Atkvøðugreiðslan til eldraráðsvalið endaði í dag klokkan 16, og atkvøðurnar eru nú taldar. Av teimum 14 valevnunum, ið stillaðu upp, eru fimm limir og tríggir varalimir valdir í Eldraráðið.
Úrslitið merkir, at Jóhan Carl Dam, Leivur Hansen, Marjun Poulsen, Annemi L. Joensen og Bergljót av Skarði eru vald í nevndina, meðan Marin Rasmussen, Lissi Hansen og Did Nicolajsen eru vald sum varalimir. Nýggja nevndin tekur við frá 1. januar 2026 og situr fram til 31. desember 2028.
Atkvøðubýtið sært tú her:
##med2##
Valluttøka
5656 høvdu valrætt til eldraráðsvalið í Tórshavnar kommunu. 2571 greiddu atkvøðu talgilt, meðan 222 greiddu atkvøðuna við brævi. Valluttøkan var sostatt 49,4 prosent í mun til 45,6% í 2020.
Talgilda atkvøðugreiðslan riggaði væl
Eldraráðsvalið 2025 er fyrsta val, har tað hevur borið til at greiða talgilda atkvøðu. Borgarar kundu velja á Vanganum við snildfon, teldli ella teldu og kundu sostatt greiða sína atkvøðu, tá teir vildu, og har teir vildu. Atkvøðugreiðslan á Vanganum hevur riggað væl, og sum tað sæst á valluttøkuni er talgildi valmøguleikin nógv brúktur.












