Tíðindastovan AFP skrivar.
– Eingin bumba ger tað, sum hetta (fentanyl, red.) ger - 200.000-300.000 fólk doyggja hvørt ár, so vítt vit vita, sigur Trump.
Hann tosar í sambandi við undirskriving av forsetaskipan, sum setur fentanyl í sama flokk sum kjarnorkuvápn og kemisk vápn.
Pástandurin hjá Trump um deyðstøl í sambandi við fentanyl samsvarar ikki við tølini frá amerikonsku miðstøðini fyri sjúkueftirlit og fyribyrging, CDC.
Har sæst, at í 2024 vóru umleið 80.000 deyðsføll av yvirdosis skrásett í USA, skrivar AFP. Umleið 48.000 av teimum deyðsføllunum vóru orsakað av syntetiskum opioidum.
Í skipanini stendur, at ólógligt fentanyl er "nærri at vera eitt kemiskt vápn enn eitt narkotika."
Har stendur eisini, at framleiðslan og útbreiðslan av evninum hóttir amerikansku tjóðartrygdina.
Amerikanski miðilin CBS News skrivar, at boðini áleggja amerikanska verjumálaráðnum, Pentagon og rættarmálaráðnum at gera fleiri tiltøk fyri at berjast ímóti framleiðslu og útbreiðslu av fentanyl.
/Ritzau/











