Jóhan Carl Dam var greiður toppskorari á eldraráðsvalinum í Tórshavnar kommunu. Hann fekk ikki færri enn 688 persónligar atkvøður. Samanborið við seinasta býráðsval í Havn, so vóru tað bara Elsa Berg, borgarstjóri, og Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjóri, sum fingu fleiri atkvøður á býráðsvalinum, enn Jóhan Carl Dam fekk á eldraráðsvalinum.
Næstur á listanum var Leivur Hansen, fyrrverandi borgarstjóri og býráðslimur í Tórshavnar kommunu. Leivur Hansen var borgarstjóri í Havn frá 1997 til og við 2000. hann fekk 282 atkvøður á eldraráðsvalinum.
Hini trý sum vórðu vald vóru Marjun Poulsen, sum fekk 273 atkvøður og Annemi L. Joensen og Berljót av Skarði, sum báðar fingu 245 persónligar atkvøður á eldraráðsvalinum í Tórshavnar kommunu.
Soleiðis fullu persónligu atkvøðurnar:
|
1 |
Jóhan Carl Dam |
688 |
26,8% |
|
2 |
Leivur Hansen |
282 |
11,0% |
|
3 |
Marjun Poulsen |
273 |
10,6% |
|
4 |
Annemi L. Joensen |
245 |
9,5% |
|
5 |
Bergljót av Skarði |
245 |
9,5% |
|
6 |
Marin Rasmussen |
182 |
7,1% |
|
7 |
Lissi Hansen |
180 |
7,0% |
|
8 |
Did Nicolajsen |
166 |
6,5% |
|
9 |
Fríðálvur A. Jensen |
164 |
6,4% |
|
10 |
Ingrid S. Henriksen |
143 |
5,6% |
|
11 |
Jens Peter Jensen |
85 |
3,3% |
|
12 |
Ejler Johannesen |
74 |
2,9% |
|
13 |
Bozena Rasmussen |
37 |
1,4% |
|
14 |
Bjørn Elison |
29 |
1,1% |










