Tey reka Caféina á Mølini og hava bæði matstovu, café og hotell virksemi. Caféin á Mølini í Skálavík er rótfest í familjusøguni hjá Biritu, tí bygningurin hevur verið í ættini í fýra ættarlig. Hetta sæst aftur á caféini sum er heimlig og fjálg at vitja
Caféin á Mølini lat upp á sumri 2018. Ætlanin var at bygningurin, sum byrjaði sítt handilsvirksemi í 1889, skuldi takast niður. Mammubeiggi Biritu Dalsgaard Olsen átti bygningin, sum hevði verið í familjuni í fýra ættarlið. Saman við mannin sínum, Martin Karl Olsen, gjørdu hon av at keypa bygningin. Tey høvdu hug at reka okkurt virksemi, men júst hvat tað skuldi vera, vistu tey ikki beinanveg.
– Vit hugsaðu, hvat vit skuldu gera og komu nokkso skjótt fram til at okkurt slag av café hóskaði inn í húsið.
##med2##
Skuldi bygningurin varðveitast, var neyðugt við umvælingum. Rúsdrekkasølan hevði verið har nøkur ár frammanundan, og nógvar tungar hillar skuldu berast út.
Fyrst ráddi um at kunna seg um, hvørji krøv skuldu lúkast, tí settu tey seg í samband við Heilsufrøðiligu Starvstovuna. Tey skuldu hava skeinkiloyvi, og til tað kravdust enn fleiri krøv.
– Her vóru eingi ves og ongin ordiligur køkur. Har sum vit hava kundavesini í dag var eitt pausurúm, og tí vóru rør til frárensl.
##med3##
Fleiri av gomlu møblunum, sum áður hava verið brúktir í handlinum, vóru framvegis í húsinum, hesir blivu støvaðir av og tiknir fram.
– Vit fingu allar teir gomlu handilsdiskarnar fram aftur. Bara at dragsa teir ígjøgnum bygningin kravdi sítt, tí teir eru ógvuliga tungir. Handilin er frá 1889, og er ofta víðkaður. Diskar eru skiftir út, men tíbetur eru teir ikki tveittir burtur, helst tí at dygdin hevur verið góð.
Diskin, sum verður brúktur í caféini í dag, hevur ommubeiggi Biritu gjørt, og flestu møblar og lutir í cáféini eru arvagóðs, sum hava verið í familjuni hjá Biritu.
– Fleiri møblar vóru ov góðir at koyra vekk, og tey sum hava latið vildu, at teir fingu nýtt lív her. Tað er stuttligt at hava nógv sum knýtir seg at stóru familjuni.
##med4##
Í juni 2018, júst eitt ár eftir at tey byrjaðu at umvæla caféina, hongdu tey loyvini frá Heilsufrøðiligu starvstovuni á veggin, og eina viku seinni bleiv latið upp.
– Tú ert øðiliga nervøsur, tá tú letur sovorðið upp, tí tú ánar ikki, hvat tú rótar teg útí.
Birita Dalsgaard Olsen og Martin Karl Olsen hugsaðu um at lata upp í tí stilla, tí tey vistu ikki, hvat tey kundu vænta sær, men tá samanum kom valdu tey heldur at gera nógv burturúr. Allan dagin vóru ymiskar tónleikaframførslur, og yrkingaupplestur.
– Her vóru 150 fólk fyrsta dagin, og vit vóru púra tikin á bóli.
Tey flestu gerast bilsin tá tey koma inn á caféina fyrstuferð. Tey høvdu ikki væntað at komið inn til allar gomlu møblarnar, og lutirnar.
– Nógv siga, at hesin luturin var líka sum hjá ommu, ella hetta høvdu vit, tá eg var ung.
Birita Dalsgaard Olsen heldur, at hølini kennast heimlig og hugnaligt, og tað er eisini endamálið. Caféin er innrættað soleiðis, at hon hevur dám av ymiskum stovum.
– Tú kanst velja, hvørjari stovu tú vilt sita í, vit hugsaðu um at seta veggir upp, men valdu heldur at marka við teppum og sofaborðum.
##med5##
Fyrstu árini vóru flestu gestirnir føroyingar, og bara hendinga útlendingar vitjaðu, men hetta broyttist tá Sandoyartunnilin lat upp.
– Tað hava altíð verið ferðafólk á Sandoynni, men ikki sum í dag, nú tað er koyrandi. Vit kunnu ikki samanbera tað, bæði í gisting, á matstovuni og caféini er stórur munur.
Ferðafólkini koma úr øllum heiminum, og tey vitja alt árið. Fleiri koma fyri at síggja Føroyar um veturin og heystið og at vitja, tá onnur ferðafólk ikki eru. Hesi eru kortini ikki nóg nógv til at tað ber til at hava opið hvønn dag á vetri.
Talið á vitjandi er støðugt vaksið, og um summarið eru arbeiðsdagarnir langir. Áðrenn latið verður upp, skal maturin gerast klárur, og tá tey hava stongt verður ruddað og vaskað, soleiðis at klárt er til dagin eftir. Ein vanligan dag um summarið, verður arbeitt 16 tímar, hvønn dag í vikuni. Summarhálvan er nógv longd. Longu frá apríl hava tey opið hvønn dag, og tað hava tey líka til september. Áðrenn tunnilin lat upp, var summarhálvan bert 7-8 vikur, í summarferiuni. Í vetrarhálvuni hava tey opið í vikuskiftinum, og eftir avtalu.
– Vit hava eitt nú, opið um okkurt fundarvirksemi er, ella um bólkar koma. Vit royna at nøkta tørvin sum er.
Í 2021 lat hotellið á Mølini upp. Eisini á hotellini sæst at mynstrið er broytt eftir at tunnilin lat upp, áðrenn gistu fólk oftast í tvær til tríggjar nætur, í dag vitja ferðafólkini í tvær, tríggjar vikur, og tey eru á hotellinum allatíðina tey vitja í Føroyum. Fleiri av ferðafólkunum gerast tó bilsin, tá tey varnast høga tunnilsgjaldið sum er á leigubilum.
– Í summum førum er tað óheppið, at tunnilsgjald til leigubilar er so høgt. Hetta ávirkar serliga tey sum ferðast í tvær vikur, og tá tey eru komin varnast tey at tunnilsgjaldið er so høgt, at tað fer at kosta fleiri 1000 krónur, um tey skulu ferðast ígjøgnum tunnilin hvønn dag.
Bilsin um heiðurin sum ársins íverkseti
22. november bleiv Caféin á Mølin kosin ársins íverkseti. Virðislønina fingu tey á íverksetaradegnum, sum Íverksetarahúsið skipaði fyri. Tað var løgmaður, Aksel V. Johannesen, ið kunngjørdi at dómsnevndin hevði valt Caféin á Mølini til Ársins íverkseta 2025.
Løgmaður segði millum annað soleiðis um Ársins íverkseta.
– Ársins íverkseti, ið er ein familjufyritøka, sum maður og kona mynda, hevur megnað at brotið uppúr nýggjum úr tí gamla. Raksturin er støðugt betraður, og fyritøkan hevur skapt góð fíggjarlig úrslit. So mikið góð, at felagið spennir seg enn meira út í árunum, ið koma, og gerst ein týdningarmikil partur av ferðavinnuni ikki bara á Sandoynni, har virksemið er, men í føroyskari ferðavinnu sum heild.
##med6##
Birita Dalsgaard Olsen og Martin Karl Olsen gjørdust ovfarin, og høvdu ikki ímyndað sær at tey fóru at fáa hesa virðisløn. Hetta gevur teimum enn meira orku at halda á við longu døgunum, og skeivu arbeiðstíðunum.
– Hetta er eitt herðaklapp, sum kemur væl við tá man er ordiliga móður. Tað er stuttligt at vera sæddur í mongdini; at tað er onkur sum varnast arbeiði sum verður gjørt.
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##





























