VIDEO: Soleiðis vann Týskland seg í HM-finaluna

(Video) Her er ein samandráttur frá HM-hálvfinaluni Frakland-Týskland 23-29 (12-15)

Antje Döll var toppskjútti hjá Týsklandi við níggju málum (Mynd: Ritzau Scanpix)

Í Ahoy høllini í Rotterdam vann Týskland í HM-hálvfinaluni ein greiðan 29-23 sigur á verandi fronsku meistarunum, og favorittunum. Í steðginum vóru tær týsku á odda 15-12.

 

Antje Döll var toppskjútti hjá Týsklandi við níggju málum. Sarah Bouktit og Léna Grandveau vóru við fimm málum hvør toppskjúttar hjá Fraklandi. 

 

Seinast Týskland vann eitt endaspælsheiðursmerkið var HM-bronsuheiðursmerkið í 2007. 

 

HER ber til frá týsku rásini ZDF at síggja ein samandrátt frá týska HM-hálvfinalusigrinum:

 

##med2##

 

Antje Döll var toppskjútti hjá Týsklandi við níggju málum (Mynd: Ritzau Scanpix)