Meistaradeildin kvinnur: HB heldur fast í oddasessinum

KÍ og Víkingur vunnu stórsigrar

Teresa Jacobsen skoraði sigursmálið hjá HB. Mynd: hb.fo

Mikukvøldið vóru tríggir dystir leiktir í Meistaradeildini hjá kvinnum.

 

Á ovara vølli í Gundadali vann oddaliðið, HB tepran 2-1 sigur á 07 Vestur. Í Sarpugerði í Norðragøtu vann Víkingur stórsigur 5-0 í grannauppgerðini móti NSÍ, og undir Mýruhjalla vann KÍ 5-1 á Skála ÍF. 

 

HB-07 Vestur 2-1 (1-0)

 

1-0 Rúna Jacobsen (7.)

 

1-1 Bjørk Akselsen (52.)

 

2-1 Teresa Jacobsen (67.)

 

Víkingur-NSÍ 5-0 (0-0)

 

1-0 Nita á Lakjuni (46.)

 

2-0 sjálvmál (56.) 

 

3-0 Jonnhild á Sondum (59.)

 

4-0 Rakul Sørensen (73.)

 

5-0 Eydna Olsen Dalheim (88.)

 

Skála ÍF-KÍ 1-5 (1-1)

 

0-1 Jancy Mohr (15.)

 

1-1 Rakul Maria Rasmussen (42.)

 

1-2 Karla Sjóstein (72.)

 

1-3 Eyðvør Klakstein (80.)

 

1-4 Eyðvør Klakstein (85.)

 

1-5 Tóra Mohr (87.)

 

Kelda: dystir.fo 

 

HB er fremst við 31 stigum og KÍ er næstfremst við 25 stigum. HB hevur tó spælt ein dyst fleiri. Á triðja plássinum hevur Víkingur 21 stig, og NSÍ hevur 12 stig á fjórða plássinum. B36 er nummar fimm við níggju stigum, Skála ÍF er næstaftast í deildini við sjey stigu, og 07 Vestur er aftast við einum stigi. 

 

 

 

 

 

Teresa Jacobsen skoraði sigursmálið hjá HB. Mynd: hb.fo