Meistaradeildin menn: KÍ hevur størstu favorittstøðuna

Her eru miðaloddsini upp á teir fimm dystirnar í Meistaradeildini hjá monnum

Í dag verður fult umfar í Meistaradeildini hjá monnum.

 

Klokkan 15 vera tríggir dystir á skránni. Teir eru: EB/Streymur-NSÍ, Víkingur-Skála ÍF og KÍ-AB.

 

Klokkan 17.15 byrjar dysturin á Svangaskarði á Toftum millum B68 og HB, og klokkan 18 byrjar dysturin á ovara vølli í Gundadali í Havn millum B36 og AB.

 

Tey sonevndu "topp-5" liðini, NSÍ, B36, KÍ, Víkingur og HB hava øll stórar favorittstøður hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystirnar. 

 

KÍ hevur tó í heimadystinum móti AB ta størstu favorittstøðuna. 

 

HER eru miðaloddsini upp á teir fimm dystirnar, ið vera leiktir í dag:

 

##med2##