Mette og Jens-Frederik hitta Rubio á trygdarráðstevnu í dag

Danska stjórnin hevur ætlanir um fund við amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio, á ráðstevnu í München.

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar, skal hitta amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio, á trygdarráðstevnuni í München saman við grønlendska landsstýrisformanninum, Jens-Frederik Nielsen.

Her fara partarnir at umrøða Grønland.

Tað sigur Mette Frederiksen, forsætisráðharri, við donsku pressuna á veg til ráðstevnuna.

Her sigur hon eisini, at tað eftir øllum at døma eru avbjóðingar hjá fleiri amerikanskum politikarum í mun til teirra fráferð úr USA.

– Trupulleikar eru í USA við fráferðini hjá nøkrum av amerikansku politikarunum, men vit hava skipað fyri fleiri fundum við amerikanskar politikarar, eitt nú amerikanska uttanríkisráðharran, eisini um Grønland, sigur Mette Frederiksen.

Grønlendski stjórnarleiðarin, Jens-Frederik Nielsen, luttekur eisini á fundinum.

Tá grønlendski stjórnarleiðarin er við, kundi talan verið um annan fundurin hjá nýggja arbeiðsbólkinum millum USA og danska kongaríkið, sum var eftir vitjanina hjá Lars Løkke Rasmussen uttanríkisráðharra í Washington D.C.

Luttøkan hjá Mette Frederiksen á fundinum verður ein nýggj gongd, tí higartil hevur tað verið uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, sum hevur tosað við amerikanska uttanríkisráðharran.

Trygdarráðstevnan í týska býnum München er eitt árligt hæddarpunkt í trygdarpolitikkinum.

Í fjør lýsti amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, eina nýggja gongd.

Her gjørdi varaforsetin greitt, at USA langt frá er nøgt við evropeisku londini.

Síðani er ósemjan um Grønland økt.

Trygdarráðstevnan varpar eisini ljós á hetta í einum videobroti um ráðstevnuna, har kreppan um Grønland er málað í dapurt ljós.

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, lýsir eina sokallaða "Grønlandsløtu", sum fær Evropa at vakna enn meira.

– Dugir tú at útnytta tað, so er tað gott, sigur hon.

Mette Frederiksen upplivir, at ein stórur partur av Evropa er sterkari saman í síni mótstøðu móti amerikanskum trýsti.

Til dømis var eitt greitt og samskipað aftursvar, tá amerikanski forsetin, Donald Trump, ávaraði um eitt nýtt handilskríggj móti londunum, sum hjálptu danska kongaríkinum í Arktis.

– Tá svaraði Evropa, at tað er ringt fyri løntakarar, brúkarar og fyritøkur, men vilja tit hava eitt handilskríggj, so geva vit aftur av somu skuffu. Og tað eydnaðist, sigur Mette Frederiksen.

 

/Ritzau/