Miðflokkurin ætlar í næstu viku at leggja eitt uppskot um broytingar í abortlógini fyri Løgtingið.
Tað skrivar Frihedsbrevet, sum hevur fingið innlit í eitt útkast, ið er lagt fyri hinar flokkarnar.
Sambært miðlinum verður millum annað skotið upp, at ráðgeving undan abort skal vera kravd, og at kvinnan síðani skal hava fimm daga umhugsanartíð. Harumframt eru uppskot um ultraljóðkanning og broytingar í reglunum um abort eftir 12. viku.
Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, sigur við Frihedsbrevet, at uppskotið verður tillagað eftir viðmerkingum frá øðrum flokkum. Hann væntar, at undirtøka verður fyri tí í Løgtinginum.
Les alla greinina hjá Frihedsbrevet her











