Tað skriva Washington Post og New York Times við støði í ónavngivnum keldum.
Meðan tíðindafólk og eisini fleiri av starvsfólkunum hjá Trump hildu, at forsetin fór avstað við einari eldri útgávu av Air Force One, varð hann í loyndum fluttur til eitt minni C-32A-hernaðarflogfar.
Til tess varð eitt akfar, sum vanliga flytur mat út til flogfør, brúkt.
Trump fór fyrst umborð á gamla Air Force One, meðan tíðindafólk og sjónvarpsmyndatól fylgdu við. Hinumegin flogfarið varð tó ein matvørubingja lyft upp í hædd við flogfarið. Haðani slapp Trump ósæddur úr flogfarinum aftur og varð fluttur til C-32A-flogfarið.
Fráferðin hjá Trump av Nato-toppfundinum hevur longu fingið nógva umrøðu.
Miðlar hava áður skrivað, at Trump valdi eina eldri útgávu av Air Force One orsakað av óttanum fyri Iran. Hann var annars komin til toppfundin við einum nýggjari flogfari, sum Katar hevur latið honum, og tað vakti ans.
Sambært New York Times manglar nýggja flogfarið fleiri av verjuskipanunum, sum eru í teimum eldru forsetaflogførunum.
Í Bretlandi skifti Trump aftur til nýggja flogfarið. Tá segði hann, at hann hevði brúkt gamla flogfarið „fyri gomlu góðu dagarnar“. Samstundis fingu amerikanskir hermenn í Bretlandi møguleika at síggja nýggja flogfarið.
Sambært New York Times varð ætlanin við hernaðarflogfarinum og cateringakfarinum løgd eftir bert fáum tímum. Amerikanskir myndugleikar høvdu tá mett, at hóttanin úr Iran var álítandi.
Trump hevur áður funnist at støðuni hjá teimum báðum Boeing 747-flogførunum, sum hava verið brúkt sum Air Force One síðan 1990.
Hvítu húsini siga við amerikansku miðlarnar, at USA brúkar „øll tøk amboð“ til at verja forsetan móti hóttanum.
Kelda: Ritzau / Washington Post / New York Times











