Minst 19 deyð í flogvanlukku í Bangladesh

Í minsta lagi 19 fólk hava latið lív, eftir at eitt flogfar datt niður í ein skúla í Bangladesh.

Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix

Tað skrivar Reuters.

Sambært Reuters datt eitt venjingarflogfar hjá Bangladesh Air Force í dag niður í eitt skúlaøki nærhendis høvuðsstaðnum Dhaka.

Fleiri enn 50 fólk, teirra millum børn og vaksin, eru innløgd við brunasárum, skrivar tíðindastovan.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

 

 

Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix