Næmingar skilja betur tá teir lesa á pappíri

Næmingar, sum hava trupult við lesing, fáa meira burtur úr einum teksti á pappíri enn á skíggja. Tað vísir norsk gransking, sum Skúlablaðið umrøður í dag.

Skúlagongdin er vorðin alsamt meira talgild, men skíggin er ikki altíð besta amboðið, tá næmingar skulu lesa og skilja fakligan tekst.

 

Tað skrivar Skúlablaðið, sum vísir til gransking hjá Viktoriu Holsey Foss á Lesisentrinum við Universitetið í Stavanger.

 

Hon hevur kannað, hvussu næmingar á yrkisútbúgvingum skilja fakligan tekst, tá teir lesa á skíggja samanborið við á pappíri.

 

Úrslitini vísa, at serliga næmingar við veikari lesiførleikum skilja tekstin verri, tá teir lesa á skíggja.

 

Ein orsøk er, at talgild lesing krevur meira av lesaranum. Á skíggjanum skulu fleiri val takast, og tað er lættari at missa hugsavnanina ella fara at gera okkurt annað.

 

– Tað kemur alla tíðina okkurt upp á skíggjan, sum tú verður órógvaður av, og tað er skjótt at missa hugsavnanina og gera okkurt annað, sigur Viktoria Holsey Foss við Skúlablaðið.

 

Hetta brúkar kognitiva orku, sum annars kundi verið brúkt til at skilja sjálvan tekstin.

 

Pappírið vann eisini uttan internet

 

Í kanningini varð eisini roynt at lata næmingarnar lesa talgilt uttan atgongd til internetið. Men eisini tá vóru úrslitini betri á pappíri.

 

Lesifatanin og uppmerksemið vóru framvegis betri, tá næmingarnir lósu prentaða tekstin.

 

Granskarin heldur, at ein frágreiðing kann vera, at vit eru vorðin von við at seta skíggjan í samband við nógv annað enn djúpa lesing.

 

Aðrar kanningar hava eisini víst, at langir tekstir kunnu vera truplari at skilja á skíggja. Tá lesarin alla tíðina skal skrolla, kann tað vera torførari at varðveita yvirlitið yvir tekstin.

 

Læribókin gevur frið

 

Skúlablaðið hevur eisini tosað við Fred Arne Kjørkleiv, sum undirvísir á yrkisútbúgving í Noregi. Hann hevur valt at raðfesta vanligu læribókina í undirvísingini.

 

– Læribókin leggur upp til góðar samrøður, eitt róligt tempo og reflektión í tímunum, sigur hann.

 

Næmingarnir lesa eisini upp fyri hvørjum øðrum. Tað gevur natúrligar steðgir, har høvi er at seta spurningar og kjakast um faklig hugtøk.

 

Viktoria Holsey Foss heldur, at arbeiðshátturin hevur fleiri fyrimunir: næmingarnir fáa tíð at lesa neyvt og í friði, steðga á, kjakast og endurtaka.

 

Tað merkir tó ikki, at talgild lesing skal burtur. Granskarin vísir á, at næmingar eisini kunnu fáa undirvísing í, hvussu teir lesa miðvíst á skíggja, eitt nú við at markera tekst og skriva viðmerkingar.

 

Kelda: Skúlablaðið/forskning.no