Eldur á vesinum í Steinatúni í Havn

Um sekstíðina varð boðað frá, at roykur stóð út úr vesinum í Steinatúni

Sløkkilið, løgregla og sjúkrabilar vórðu boðsendir oman í Steinatún um sekstíðina í kvøld, har boðað varð frá eldi á vesinum við bussteðgistaðið.

 

Tað sást týðuliga, at eldur var inni á einum av vesinum, sum kundi bent á, at eldur er ásettur.

 

Eldur var í hinum almenna vesinum hjá Tórshavnar kommunu í miðbýnum í Havn í november 2024. Tann eldurin var á settur, og tað vesið er ikki umvælt enn.

 

Skaðin á vesinum í Steinatúni tyktist ikki at vera líka stórur, men har var sót um allan bygningin.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##