Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdoğan, eggjar nú amerikanska forsetanum, Donald Trump, til at samráðast við Iran.
Sambært Reuters hava forsetarnir tosað saman í telefon dag.
Her skal turkiski forsetin hava heitt á Trump um at halda fram við samrøðunum fyri at minka um spenningin millum USA og Iran.
Sambært Reuters, sum endurgevur turkisku forsetaskrivstovuna, skal Erdoğan eisini hava bjóðað stuðul til friðararbeiðið.
Tað var annars fyrr í dag, at Donald Trump segði, at USA ynskir ikki at leingja vápnahvíldaravtaluna við Iran.
Hetta var ein fyribilsavtala, og ætlanin var, at londini skuldu halda fram at samráðast í royndini at gera eina permanenta avtalu landanna millum.
Sum skilst, hevur Donald Trump lítla tiltrúgv til, at USA fær eina avtalu í lag við Iran, sum forsetin verður nøgdur við.











