Danskur flokkur vil banna Meta-brillum

Enhedslisten vil hava donsku stjórnina at kanna, hvussu Meta-brillur kunnu bannast. Flokkurin heldur, at møguleikin at taka upp myndir og ljóð uttan týðiligt samtykki hóttir grundleggjandi rættin til privatlív.

Danski flokkurin Enhedslisten vil banna sokallaðu Meta-brillunum, sum hava innbygt myndatól og ljóðnema.

 

Brillurnar líkjast vanligum brillum ella sólbrillum, men kunnu brúkast til at taka myndir og video, lurta eftir ljóði og nýta tænastur, sum byggja á vitlíki. Tí kann vera torført hjá fólki rundan um brúkaran at vita, um tey verða tikin upp.

 

Sambært DR heldur Enhedslisten, at tøknin er í stríð við grundleggjandi rættin hjá fólki til privatlív. Flokkurin vil tí hava kannað, um søla, innflutningur ella nýtsla av slíkum brillum kann bannast ella avmarkast.

 

Enhedslisten hevur tó ikki eitt liðugt uppskot um, hvussu eitt bann skal setast í verk. Spurningurin er millum annað, um bannið bert skal fevna um brillur frá Meta ella um allar brillur og onnur tól, sum kunnu taka upp myndir og ljóð, uttan at tað sæst týðiliga.

 

Torført at síggja, nær tikið verður upp

 

Meta-brillurnar hava eina lítla ljósdiodu, sum skal vísa, tá myndatól er virkið. Kritikarar vísa tó á, at ljósið kann vera trupult at síggja, og at slík trygdartiltøk kunnu verða broytt ella sett úr gildi.

 

Í Danmark er longu ólógligt at taka fólk upp í ávísum privatum og viðkvomum umstøðum uttan loyvi. Kjakið snýr seg tí eisini um, hvørt galdandi reglur eru nóg góðar, og um tað ber til at handhevja tær, tá myndatólið er fjalt í einum luti, sum líkist vanligum brillum.

 

Enhedslisten heldur, at lóggávan eigur at fylgja við tøkniligu menningini, áðrenn brillur við innbygdum myndatóli gerast vanligari.

 

Málið hevur eisini elvt til kjak í Týsklandi. Har hevur dátuverndarmyndugleikin í Hamburg ávarað um, at brillurnar kunnu brúkast til loyniliga upptøku, og at eitt bann kann gerast neyðugt.

 

Kelda: DR