Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at USA ynskir ikki at leingja vápnahvíldina við Iran.
Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga í kvøld.
Í juni samdust Iran og USA um eina fyribils vápnahvíld, og málið var at samráðast víðari um eina permanenta avtalu millum londini.
Donald Trump sigur seg í dag ikki vænta, at Iran er sinnað av gera eina avtalu av tí slag, sum hann heldur vera neyðuga.
Hóast vápnahvíld varð lýst landanna millum í juni, hava bæði USA og Iran í fleiri umførum framt álop á mál hjá hvørjum øðrum.
Ein av stóru stríðsspurningunum millum londini hevur verið Hormussundið, sum er týdningarmikil siglingarleið fyri útflutning av olju og gassi.











