Natasja var toppskjútti við 10 málum

Stjarnan vann stórsigur í fyrra dystinum um rættin at kappast í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Liðið hjá Natasju Hammer og Ingu Mariu Roysdóttir, Stjarnan spældi í kvøld fyrra dystin um rættin at sleppa at kappast í bestu íslendsku hondbóltsdeildini komandi kappingarár.

 

Á heimavølli eydnaðist tað Stjörnuni at vinna stórsigur 27-18 á FH úr næstbestu deildini. Í steðginum var Stjarnan á odda 15-10.

 

Natasja var toppskjútti hjá heimaliðnum við 10 málum.

 

Komandi mikukvøld spæla liðini seinna dystin á Hafnarfirði. Vinnur Stjarnan tann dystin hevur føroyingaliðið bjargað sætinum í bestu deildini.