Stroymingartænastan Netflix kann vera nær við at keypa Warner Bros Discovery, sum er fyritøkan aftan fyri millum annað kappingarneytan HBO Max.
Tað upplýsir tíðindastovan AFP út frá upplýsingum frá fleiri amerikanskum miðlum - eitt nú Bloomberg.
Fyribils úrslitið av samráðingunum millum feløgini er, at keypið fer at kosta 28 dollarar fyri partabrævið.
Samráðingarnar fara fram eftir fleiri vikur við tilboðsstríði millum Netflix og kappingarneytarnar Paramount Skydance og Comcast.
Umframt HBO Max eru sjónvarpsstøðin CNN og filmsfelagið Warner Bros partur av Warner Bros Discovery.
Felagið varð formliga sett til sølu í oktober.
Sambært Bloomberg fóru Netflix og Warner Bros Discovery hósdagin undir møguligar endaligar samráðingar um komandi yvirtøkuna.
Netflix er heimsins størsta stroymingstænasta við 280 milliónum haldarum um allan heimin.
/Ritzau/











