Nógv fólk á ovastevnu

Seinasta samdøgrið hevur Nólsoy verið karmur um væl vitjaða ovastevnu. Ein rúgva av fólki var á stevnuni, sum m.a. bjóðaði ítrótt, tónleik og felagssang.

Ternan hevur siglt aftur og fram um Nólsoyarfjørð hvønn tíma síðan leygarmorgunin kl 8. Hon fór seinasta túrin úr Nólsoy kl 5:30 í morgun og førdi tá seinastu stevnugestirnar trygt um fjørðin. Ternan, sum tekur á leið 300 fólk, hevur verið full mest sum hvønn túr. Tað hevur verið javnur streymur av fólki báðar vegir, so tað hevur eisini gingið væl at fáa stevnugestirnar av oynni aftur. Sera nógvir bátar hava vitjað í Nólsoy um vikuskiftið, so fyriskipararnir meta at omanfyri 4000 fólk hava verið í Nólsoy leygardagin.

 

Hýrurin var góður í Nólsoy, veðrið var gott allan dagin og náttina við. Fólk funnu saman á keiini, inni hjá nólsoyingum og í teimum nógvu bátunum, ið lógu við bryggju.

 

##med2##