##med2##
Danska stjórnin fer at styrkja rættarøkið í Grønlandi við meira enn 850 milliónum krónum fram til 2030 í størsta styrki í nýggjari tíð.
Peningurin fer millum annað til fleiri løgreglufólk, nýggja høvuðsløgreglustøð í Nuuk, betri KT-stuðul og sterkari ákærumyndugleika. Tað upplýsti danski løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard, á tíðindafundi í Grønlandi.
- Eg eri sera fegin um, at vit kunnu leggja fram størstu styrkingina av rættarøkinum í Grønlandi í nýggjari tíð. Borgararnir í Grønlandi skulu hava somu rættartrygd og tænastu sum borgararnir í Danmark, sigur hann við Ritzau.
Tilsamans fær Grønlands Politiið 31 ársverk og nýggja útgerð afturat fram til 2030 - til millum annað sjóeftirlit.
Samstundis verða átøkini hjá fregnartænastuni hjá løgregluni, PET, í Norðuratlantshavi styrkt við størri nærveru.
- Trygdarstøðan í Norðuratlantshavi er nógv broytt seinastu árini. Tí er tørvur á at styrkja trygdina og tilbúgvingina hjá Grønlands Politi og eisini at økja átøkini hjá PET á økinum, sigur hann.
Ákærutænastan skal uppstigast við at hava sakarmál í Nuuk í framtíðini, og politisakførarar skulu við tíðini skiftast út við advokatar, sum skulu vera útbúnir á Grønlands Universiteti - við masterútbúgving um tað ber til.
Harumframt er peningur settur av til at talgilda dómstólarnar, nútímansgera matrikuleringina og tryggja lógardagføringar, har Grønland í løtuni liggur aftast.
Hummelgaard leggur dent á, at átøkini eru ment í tøttum samstarvi við grønlendskar myndugleikar.
- Nógv av tí stavar frá grønlendskum ynskjum. Tað snýr seg bæði um rættarskipanina, løgregluna og dómstólarnar, sigur hann.
Nýggi pakkin fer at gera tað møguligt at hækka fyrisitingarligu revsingina, tí rættartænastan verður víðkað við 70 plássum, soleiðis at kapasitetur er at umsita herdar revsingar, sigur løgmálaráðharrin.
Hóast Grønland hevur eitt úttalað ynski um sjálvstýri, leggur Peter Hummelgaard dent á, at til tá hevur Danmark ábyrgdina av rættarmálaøkinum.
Tí mugu massivar íløgur gerast í rættartrygdina og løgregluna á sama hátt, sum tað vildi verið gjørt í Danmark.
Hann ásannar, at Danmark átti at havt gjørt meira fyrr.
- Tað áttu vit at gjørt. Og tí eri eg glaður fyri, at vit kunnu gera tað nú, sigur hann.
Samstundis fer stjórnin at styrkja løgregluna og ákæruvaldið í Føroyum við fleiri ársverkum, nýggjari útgerð og tveimum royndum sakførarum, eins og átøkini hjá PET á økinum verða dagførd.
Fíggingin er við í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026.
/Ritzau/