Ætla at kanna hví Sandoyartunnilin er slavin

Í gjár vísti borgarstjórin í Skopunar kommunu á, at Sandoyartunnilin er vátur og myrkur at koyra í. Tað er ilt at siga hví umstøðurnar viðhvørt eru soleiðis, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlum

-  Alt ov ofta kemur fyri, at ”mjørki” er í tunlinum, skrivar Marjun Debes, borgarstjórin í Skopunar kommunu í lesarabrævi.

 

Lesarabrævið hjá Marjun Debes in.fo - fyrst og fremst

 

Tað er ilt at siga hví umstøðurnar viðhvørt eru soleiðis, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur og Sandoyartunlum.

 

Sandoyartunnilin er langur, tað ger at tað ikki gýsur væl í tunlinum, og helst er hetta orsøkin til at luftin gerst slavin. Øðrvísi er í Eysturoyartunlinum, sum verður væl luftaður út, tí at tunnilsmunnarnir liggja meira frítt fyri. Kortini ber ikki til at siga við vissu hvør orsøkin er, og ætlanin er at kanna umstøðurnar.

 

At tað dryppar undan tunlinum er púra náttúrligt, sigur Teitur Samuelsen.

 

- Tá vit boraðu Eysturoyartunnilin, vóru størri vatndropar, í fáum støðum. Í Sandoyartunlinum eru smærri vatndropar, og teir eru um allan tunnilin.

 

Teitur Samuelsen sigur at Sandoyartunnilin lýkur øll krøv, sum eru til slíkar tunlar, og trygdin er í lagi.

 

- Bilførarar skulu altíð koyra eftir umstøðunum. Líka sum á landsvegnum, eru umstøðurnar í tunlinum skiftandi.