Felagið sum lat ísafjarðarsúlirnar vann íslendsku steypakappingina

Ísafjørður er á gosi nú Vestri hevur framt eitt stórt steypaundur

Mynd: Vestri

Einki er so hjartanemandi sum tá eitt lið á fyrsta sinni vinnur eitt meistaraheitið ella steypakappingina,

 

Í kvøld er stórur fagnaður í høvuðsbýnum á Vestfirðum í Íslandi, Ísafirði. 

 

Vestri sum aldrin áður hevur vunnið íslendsku steypakappingina koppaði stórfavorittunum, Vali frammanfyri teimum 4.000 áskoðarunum, ið vóru til steypafinaluna á Laugardalsvøllinum.

 

Vestri vann finaluna 1-0 við einum máli danski leikarin, Jeppe Pedersen skoraði við einum dreymahøggi úr 25 metrum.

 

Valur hevði fleiri málmøguleikar enn Vestri, men ísfirðingarnir megnaðu at halda málið reint, og harvið knógva ein søguligan steypasigur.

 

Hetta er ein dagur, ið seint verður gloymdur á Ísafirði. Og leikararnir kunnu vænta eina móttøku á Vestfirðum, ið ikki hevur sæð sín líka áður. 

 

Tað sum ger søguna eyka serliga er, at Vestri saman við øðrum felagi á Ísafirði, Hörði lat føroysku fótbóltsliðunum Ísafjarðarbikarið og ísafjarðarsúlirnar at kappast um. Hetta var í tíðarskeiðnum 1955-1988.

 

Síðani 1989 hevur Løgmanssteypið verið gripurin í føroysku steypakappingini.

 

 

 

Mynd: Vestri