28. februar og 1. mars verða tvær forkunnugar familju-konsertir í Varpinum.
“Operaperlur” er heitið á teaturkonsertini, har nærum 150 sangarar fara á pall at syngja opera. Talan er um solistar frá Opera.fo, Skúlakórini á Skúlatrøð, Klaksvíkar Manskór og Operetturnar, sum bæði fara at syngja og spæla sjónleik.
Á skránni verða kendar ariur, duettir og kórsatsir úr ymiskum operum, stuttligar søgur og sjónleikainnsløg, ætlað til alla familjuna. Sungið verður á bæði italskum, fronskum, enskum og týskum, men eisini verða spildurnýggjar týðingar at hoyra. M.a. fer Klaksvíkar Manskór at syngja ein sang úr operuni “Flúgvandi Hálendingurin” eftir Wagner, sum Birita Adela Davidsen hevur umyrkt til føroyskt.
Solistarnir verða Birita Adela Davidsen frá Opera.fo og Herfinnur Árnafjall, sum vit m.a. kenna í leiklutinum sum Papageno, úr “Papageno og Gandadrykkurin” sum varð framført í Varpinum í 2024.
Polina Fradkina, sum er viðurkendur altjóða pianistur hevur klaverfylgispælið og Annfinnur Heinesen verður vertur.











