Norðurlendskur fundur um skógrøkt í Føroyum

Embætismannabólkurin EK-FJLS (Jordbrug og Skovbrug) hjá Norrøna Ráðharraráðnum hildið fund í Føroyum 26. mars undir føroyskum formansskapi.

Kongaríkið Danmark hevur í 2026 formansskapin fyri Norrøna Ráðharraráðnum (Nordisk Ministerråd), og Føroyar og Danmark býta uppgávurnar sínámillum, meðan Grønland av ávísum orsøkum hevur givið avboð.

 

Arbeiðið í Norrøna Ráðharraráðnum er skipað í 13 ymisk ráðharraráð ella samstarvsøki, og eitt av hesum nevnist Nordisk Ministerråd for Fiskeri, Havbrug, Jordbrug, Levnedsmidler og Skovbrug (vanliga stytt til “MR-FJLS”) sí: Nordisk Ministerråd for Fiskeri, Havbrug, Jordbrug, Levnedsmidler og Skovbrug (MR-FJLS) | Nordisk Samarbejde.

 

Undir hvørjum Ráðharraráði eru ymsir embætismannabólkar (EK-bólkar og nevndir), ið viðgera tey evni, sum síðani verða løgd til politiska støðutakan í sjálvum ráðharraráðnum.

 

Undir MR-FJLS eru íalt fýra ymsir embætismannabólkar, og ein av hesum bólkunum er EK-FJLS (Jordbrug og Skovbrug), sí: 

 

Nordisk Embedsmandskomité for Fiskeri og Havbrug, Jordbrug, Levnedsmidler og Skovbrug (EK-FJLS Jordbrug og Skovbrug) | Nordisk Samarbejde

 

Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni, røkir føroysku umboðanina í EK-FJLS (Jordbrug og Skovbrug) og Jarmund Michelsen, fulltrúi í Tilfeingis- og vinnumálaráðnum, er varaumboð.

 

Í MR-FJLS ráðharraráðnum hava Føroyar í formansskapsárinum 2026 ábyrgdina at standa fyri ávikavist fiskivinnu og aling, eins og fyri landbúnaði og skógarbúnaði. Tann 10. juni í ár skulu MR-FJLS ráðharrarnir halda árliga ráðharraráðsfundin í Norðurlandahúsinum í Havn, og dagin fyri, tann 9. juni, verður skipað fyri ymsum verkstovum og fyri eini fakligari útferð.

 

Embætismannabólkurin EK-FJLS (Jordbrug og Skovbrug) helt sín fyrsta fund í hesum árinum tann 26. mars í Smæruni í Havn; og seinnapartin dagin fyri, varð skipað fyri eini fakligari kunningarferð at sýna teimum vitjandi viðkomandi landbúnaðarfaklig viðurskifti í Føroyum.

 

Til fundin á hesum sinni vóru umboð úr ávikavist Grønlandi, Íslandi, Noreg, Svøríki, Finnlandi, Danmark og Føroyum, meðan Áland ikki var umboðað á hesum sinni. Harumframt vóru umboð fyri Nordisk Ministerråds Sekretariat (NMRS) í Keypmannhavn við, eins og leiðslan fyri NordGen (Nordiskt Genresurscenter) í Alnarp í Svøríki.

 

Á fakligu kunningarferðini seinnapartin 25. mars varð byrjað við at vitja hjá Ólavi Andreasen, bónda í Norðradali, har høvið var at síggja nýggja, nútímans neytafjósið á garðinum og at hoyra hann greiða frá virkismøguleikunum sum fulltíðar bóndi.

 

Somuleiðis varð vitjað hjá Ólavi Reinert, bónda í Norðradali, at hoyra hann greiða frá sínum seyðahaldi og umstøðunum at virka sum parttíðar bóndi í samvinnu við annað virksemi.

 

Úr Norðradali varð koyrt til Hoyvíkar at vitja hjá MBM (Meginfelag Búnaðarmanna), har Tony Weihe, stjóri, greiddi frá virkseminum og útlitunum fyri at framtíðartryggja føroyingum álítandi veiting av dygdargóðum mjólkarúrdráttum.

 

Síðani varð farið at vitja biogass fyritøkuna Førka hjá Bakkafrost samtakinum á Skarðshjalla, har Fróði Mortensen, rakstrarleiðari, greiddi gestunum frá teirra serstaka virkisøki, har landbúnaður og havbúnaður taka lógvatak saman til gagns fyri samfelagið. Biogass tøðini spara nógvan innflutning av handilstøðum umframt at veita samfelagnum bæði elorku og fjarhita.

 

At enda varð koyrt oman í Gundadal, har Jóhann Mortensen, formaður í Skógfriðingarnevndini, inni í Listasavnsmóttøkuni greiddi gestunum frá forsøguni handan viðarlundararbeiðið í Føroyum og frá teimum gróðursetingarætlanum v.m., ið Skógfriðingarnevndin hevur mælt myndugleikunum til at fremja. At enda varð spákað ein túr gjøgnum viðarlundina í Gundadali, har gestirnir fingu sjón fyri søgn um, hvørjar vakstrarmøguleikar vit hava her í landinum við røttum vali av plantutilfari.

 

Á fundinum í Smæruni 26. mars vóru nógv ymisk evni á skránni, ið eru av týdningi fyri norðurlendska landbúnaðargeiran í breiðum høpi.

 

Av áhuga fyri føroysk viðurskifti kunnu m.a. nevnast:

 

Danmark og Føroyar løgdu fram sína arbeiðsætlan fyri formansskapsárið.

 

Tilbúgving og seiggj (resilliens) í norðurlendsku landbúnaðarmatvøruframleiðsluni

 

Arbeiðsætlan hjá MR-FJLS økinum árini 2025 – 2027

 

Kanning viðvíkjandi tørvi á átøkum innan varðveitingararbeiðið av norðurlendsku húsdjórasløgunum (bæði teimum gomlu staðbundnu og teimum vinnuligu sløgunum)

 

Vantandi tilgongd, førleikar og ættarliðsskiftir innan norðurlendska landbúnaðargeiran

 

Kunning frá NordGen

 

Tørvur á kanning fyri møguleikanum aftur at fáa nýtt fiskamjøl í fóðri til jóturdjór

 

MR-FJLS ráðharraráðsfundurin í Havn 10. juni 2026 og tilhoyrandi skrá fyri 9. juni.

 

Ymist, har m.a. varð kunnað um, at ávikavist Fólkatingsvalið og Løgtingsvalið í ein mun hava darvað formansskapsarbeiðinum nakað, nú bæði Danmark og Føroyar hava havt starvsstjórnir í eina tíð.