Noreg fær blindan hægstarættardómara

- Eg haldi, at hetta er ein stór viðurkenning av fakliga umhvørvinum í Tróndheimi, sum eg eri eitt sindur errin av, sigur Lars Marius Heggberget

Í heyst verður Lars Marius Heggberget, sum er blindur, ein av tveimum nýggjum hægstarættardómarum í Noregi. Í dag er hann kommunuadvokatur í Tróndheim kommunu.

 

- Eg hugsi, at eg fái ein møguleika at gera mun, rætt og slætt. Fyri meg hevði tað verið ein fyrimunur, um hægstirættur var í Tróndheimi, sigur hann við norska kringvarpið, NRK.

 

Starvið, sum hægstarættardómari, verður í Oslo, og tá verður tað eitt lív sum pendlari.

 

Hægstirættur er yvir øllum øðrum lægri dómstólum, og rætturin ger galdandi viðurskifti, sum áður hava verið ógreið.

 

Tað var mánadagin í hesi vikuni, at Lars Marius Heggberget og Thomas Horn vóru innstillaðir sum nýggir dómarar í hægstarætti.

 

Nú skal setanin víðari til løgmálaráðið, sum formelt skal góðkenna nýggju hægstarættardómararnar.

 

##med2##

 

- Eg haldi, at hetta er ein stór viðurkenning av fakliga umhvørvinum í Tróndheimi, sum eg eri eitt sindur errin av, sigur Lars Marius Heggberget við NRK.

 

Øll greinin kann lesast á leinkjuni niðanfyri:

 

https://www.nrk.no/trondelag/lars-marius-heggberget-blir-norges-forste-blinde-hoyesterettsdommer-1.17822298