Avgerðina tók ES-nevndin í dag.
– Limaskapur styrkir samstarvið hjá Noregi við ES og okkara ávirkan í einum øki, sum er vorðið miðdepil í evropeisku trygdini, sigur norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide.
Strategiin er eitt samstarv millum ES-nevndina og ES-londini í økinum kring Eystrasalt, sum eru Svøríki, Danmark, Estland, Finnland, Týskland, Lettland, Litava og Pólland.
Noreg er fyrsta limalandið, sum ikki er partur av ES.
/Ritzau/











