Norrøna krokar undir Hetlandi

Ferðin hjá Norrønu úr Hirtshals til Havnar er seinkað av nógvum vindi millum Hetland og Føroyar

Norrøna verður ikki á Havnini sum ætlað í morginári klokkan 7.30.

Hesum boðaði skiparin á Norrønu frá, tá skipið fóru úr Hirtshals klokkan 14 føroyska tíð seinnaparin í gjár. Tá segði hann, at skipið helst fór at kroka undir Hetlandi, tí boðað varð frá nógvum vindi millum Hetland og Føroyar.

Og nú hevur skiparin boðað frá, at avgerðin er tikin. Norrøna fer at kroka undir Hetlandi til klokkan 4 í morginári, tá tey vænta, at hann hevur makað vindin so mikið, at siglandi er. Tað er vindur beint ímóti upp í 25 metrar um sekundið í nátt og við aldu upp í sjey metrar á leiðini millum Hetland og Føroyar. Klokkan fýra í nátta verður mett, at vindurin er blíðkaður so mikið, at haldast kann fram til Føroya.

Tí verður Norrøna ikki á havnini fyri enn klokkan 15 seinnapartin í morgin, næstan átta tímar seinkað av fyrstu ferðini úr Hirtshals, eftir skipið hevur verið í dokk í Danmark.