Stór hond­bólts­kapp­ing í Før­oy­um: THW Kiel, GOG, Valur og H71

Wenzel Nordic Cup 2026 13.-16. august verður størsta hondbóltsveitslan í Føroyum nakrantíð

13.-16. august 2026 verður skipað fyri Wenzel Nordic Cup 2026 – ein altjóða hondbóltskapping, ið savnar heimsstjørnur og føroyskar hetjur á sama vølli. Hetta verður eitt søguligt vikuskifti fyri føroyskan ítrótt og ein uppliving, sum øll hondbóltsáhugaði ynskja at vera við til, skrivar Eventz Føroyar í tíðindaskrivi.

 

Stórhøllin Við Tjarnir verður við hesum karmur um altjóða hondbólt av ovastu rók við nøkrum av sterkastu feløgunum í Evropa. Hetta er størsta hondbóltskappingin, ið nakrantíð hevur verið hildin í Føroyum.

 

Størsta navnið í kappingini er týska stórfelagið THW Kiel, sum verður roknað millum heimsins sterkastu hondbóltsfeløg. Kiel hevur vunnið týsku Bundesliguna og Champions League fleiri ferðir og er kent fyri sína høgu professionalismu og sterka hóp.

 

Seinast vunnu teir á Champions League-vinnaranum SC Magdeburg og koma sostatt í sera góðum formi til Føroyar. Á liðnum hjá Kiel er eisini føroyska stjørnan Elias á Skipagøtu, sum uttan iva fer at vekja stóran áhuga millum føroysku áskoðararnar.

 

Danska felagið GOG er eitt av fremstu liðunum í donsku kappingini og er kent fyri sítt framúr góða ungdómsarbeiði og skjótan, tekniskan hondbólt.

 

Nýliga tryggjaði THW Kiel sær bronsu í donsku steypakappingini, og á liðnum er føroyska stjørnuskotið Óli Mittun, ið hevur vakt sera stóran ans uttanlands og verður spennandi at síggja á heimavølli.

 

Úr Íslandi kemur Valur, ið fyri stuttum vann EHF European Cup og harvið staðfesti sína støðu millum sterkastu liðini í Evropa.

 

Á liðnum hjá Vali spæla tveir føroyingar – Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi – og ger hetta dystirnar serliga áhugaverdar fyri føroysku áskoðararnar.

 

Eisini luttekur føroyska liðið H71, sum í løtuni liggur á odda í føroysku kappingini. H71 fær sostatt ein gyltan møguleika at vísa seg móti nøkrum av sterkastu feløgunum í Evropa – á heimavølli og framman fyri føroyskum áskoðarum.

 

Allir seks dystirnir verða spældir í Stórhøllini Við Tjarnir, hóskvøldið 13. august, fríggjakvøldið 14. august og sunnudagin 16. august

 

Nærri skrá og kunning um atgongumerkjasølu verða kunngjørd komandi tíðina, skrivar Eventz Føroyar.

 

##med2##

 

Eventz Føroyar takkar stuðlunum: Uttan góðar stuðlar hevði tað ikki verið møguligt at skipa fyri eini so stórari altjóða kapping í Føroyum. Stuðlað Wenzel Nordic Cup 2026 hava: Trygd, Carrent, SMS, Føroya Tele, Haps og Magn, skrivar Eventz Føroyar