Í býráðshúsinum bjóðaði borgarstjórin, Karl Johansen, gestunum vælkomnum, áðrenn tey vitjandi fingu framløgur um fleiri evni, sum norska sendinevndin hevði víst serligan áhuga fyri. Eisini varð greitt frá gongdini innan samfelagsmenning og fólkavøkstur í Klaksvík.
Á skránni hjá norsku gestunum var eisini vitjan hjá vinnufyritøkum, har teir fingu høvi at hoyra um arbeiðið við at tryggja og menna førleikar til fiski- og sjóvinnuna, sum framvegis er grundarsteinurin undir vinnulívinum í Norðoyggjum.
Vitjanin gav gott høvi til áhugavert kjak um felags norðurlendskar avbjóðingar og møguleikar. Bæði vertir og gestir vóru samdir um, at tað hevur stóran týdning at styrkja sambondini og læra av royndunum hjá hvørjum øðrum.
Klaksvíkar kommuna fegnast um áhugan, sum norsku stórtingslimirnir sýndu býnum og økinum, og takkar fyri góða og gevandi vitjan.










