Tá fólk fara at líta aftur á olympisku vetrarleikirnar í Milano-Cortina, so fer eitt navn at vera nevnt aftur og aftur. 29 ára gamli norski skíðgongu-íðkarin, Johannes Høsflot Klæbo.
Undan hesum olympisku vetrarleikunum hevði Johannes Høsflot Klæbo vunnið fimm olympisk gullheiðursmerki, ið er eitt bragd í sær sjálvum.
Fremst á søguliga listanum lógu gomlu norsku hetjurnar, Marit Bjørgen, skíðgongu-íðkari sum vann átta OL-gull, fýra OL-silvur og trimum OL-bronsuheiðursmerkjum, og skískjúttin, Ole Einar Bjørndalen við átta OL-gull, fýra OL-silvur og tveimum OL-bronsuheiðursmerkjum.
Undir hesum vetrarleikunum hevur Johannes Høsflot Klæbo vunnið heili seks gullheiðursmerki, ið er met fyri einar leikir. Men nú er Johannes Høsflot Klæbo eisini klárt á odda á tí søguliga OL-yvirlitinum við 11 OL-gull, einari OL-silvur og einum OL-bronsuheiðursmerki. Johannes Høsflot Klæbo "má" tó vinna trý olympisk heiðursmerki aftrat fyri at hava - samlað - vunnið fleiri olympisk heiðursmerki enn Marit Bjørgen.
Noreg er langt fremst á samlaða yvirlitinum á hesum leikunum við 18 gullheiðursmerkjum, og samanlagt 41 heiðursmerkjum.
USA er næstfremst við 11 gullheiðursmerkjum, og Niðurlond og Italia hava 10 hvør. Svøríki hevur vunnið átta gullheiðursmerki, og samanlagt 18 heiðursmerki.











