Sølan av Ozempic og Wegovy stendur fyri stórum parti av samlaðu søluni hjá Novo Nordisk. Tí er tað dýrt hjá fyritøkuni at kopivørur verða seldar í USA. - Mynd: Hollie Adams

Novo Nordisk stevnir amerikonskum kappingarneyta

Novo Nordisk tekur enn eitt stig í stríðnum móti sølu av eintøkum av heiliváginum hjá felagnum til vekttap og diabetes í USA.

Sølan av Ozempic og Wegovy stendur fyri stórum parti av samlaðu søluni hjá Novo Nordisk. Tí er tað dýrt hjá fyritøkuni at kopivørur verða seldar í USA. - Mynd: Hollie Adams

Danska heilivágsfyritøkan stevnir sostatt amerikanska netapotekinum Hims & Hers fyri brot á einkarættin hjá Novo Nordisk.

Tað skrivar Novo Nordisk í tíðindaskrivi.

Hims & Hers selur millum annað eftirlíkingarútgávur av GLP-1 heiliváginum hjá Novo Nordisk, sum inniheldur virkna evnið semaglutid. Hetta er galdandi fyri bæði Wegovy og Ozempic.

Eftirlíkingarheilivágur er ikki góðkendur av amerikansku matvøru- og lyfjaeftirlitinum, FDA.

Novo Nordisk ákærir Hims & Hers fyri at villleiða brúkarar og heilsustarvsfólk í marknaðarføringini av vørunum, tá tað snýr seg um virkni og trygd.

 

/Ritzau/

 

Sølan av Ozempic og Wegovy stendur fyri stórum parti av samlaðu søluni hjá Novo Nordisk. Tí er tað dýrt hjá fyritøkuni at kopivørur verða seldar í USA. - Mynd: Hollie Adams