Nú er tað greitt, hvørjum føroysku feløgini í Conference League fara at spæla ímóti í summar.
Mótstøðuliðið hjá NSÍ er Hamrun Spartans úr Malta, har tað oftast er rættiliga heitt í juli. Fyrri dysturin hjá NSÍ verður hósdagin 9. juli í Klaksvík, og seinni dysturin verður hósdagin 16. juli suðuri á Malta.
Mótstøðuliðið hjá Víkingi er íslendska Stjarnan, sum eigur heimavøll í Garðabær á Reykjavíkarleiðini. Stjarnan er í løtuni á áttanda plássi í bestu íslendsku deildini, sum er 10 umfør gomul.
Fyrri Europadysturin hjá Víkingi verður í Garðabær hósdagin 9. juli, og seinni dysturin verður hósdagin 16. juli í Klaksvík.
Mótstøðuliðið hjá HB, sum fer at spæla í øðrum umfari, er Motherwell úr Skotlandi, sum verður stórfavorittur. Fyrri dysturin verður hósdagin 23. juli á útivølli, og hósdagin 30. juli verður Europa og ólavsøkufótbóltur í Gundadali.
HB og Motherwell hittust í gomlu UEFA Cup kappingini í 1994.
Á Frii Park í Motherwell vann Motherwell 9. august 1994 3-0, og tvær vikur seinni, týsdagin 23. august, vann Motherwell 4-1 á Svangaskarði. HB málið skoraði Andreas F. Hansen, sum minkaði um munin til 2-1.











