Hervør Pálsdóttir hevur nú boðað Løgtinginum frá, at hon er farin aftur í barnsburðarfarloyvi. Tí hevur Erling Eidesgaard tikið sætið aftur sum tingmaður fyri Tjóðveldi.
Erling Eidesgaard røkir sessin til Hervør tekur sætið aftur.
Erling Eidesgaard misti tingsessin, tá Jóhan Christiansen kom í landsstýrið fyri Høgna Hoydal. Men tá Hervør Pálsdóttir fór í barnsburðarfarloyvi, varð aftur pláss fyri honum. Men í sambandi við málið um fría fosturtøku tók Hervør Pálsdóttir aftur sæti á tingi, tí tað var eitt av hennara hjartamálum. Men nú er hon farin aftur í barnsburðarfarloyvi.
Tá landsstýrið var skipað í desember í 2022 tóku trý varafólk við tingsessum fyri Høgna Hoydal, Sirið Stenberg og Dennis Holm, sum vórðu tilnevnd landsstýrisfólk. Tey vóru øll vald á ting.
Tá Dennis Holm noyddist at leggja frá sær sum lanndsstýrismaður, og tá Høgni Hoydal fór úr landsstýrinum eftir formansskiftið í flokkinum, vórðu Eirikur í Jákupsstovu og Jóhan Christiansen tilnevndir landsstýrismenn í staðin. Hvørgin teirra er valdur á ting. Men Eirikur í Jákupsstovu var fyrsta varafólk. Liljan Weihe var annað varafólk og Erling Eidesgaard triðja varafólk. Tí hevur Tjóðveldi nú bara eitt varafólk fyri landsstýrisfólk í Løgtinginum.
Men av tí, at Hervør Pálsdóttir nú er í barsilsfarloyvi, so er aftur pláss fyri Erlingi Eidesgaard í Løgtinginum, til Hervør Pálsdóttir aftur tekur sæti á tingi.
Soleiðis fullu atkvøðurnar í Tjóðveldi á løgtingsvalinum 8. desember í 2022:
| 1 | Høgni Hoydal | 762 |
| 2 | Bjørt Samuelsen | 759 |
| 3 | Sirið Stenberg | 455 |
| 4 | Hervør Pálsdóttir | 377 |
| 5 | Annika Olsen | 336 |
| 6 | Dennis Holm | 304 |
| 7 | Eirikur í Jákupsstovu | 295 |
| 8 | Liljan Weihe | 289 |
| 9 | Erling Eidesgaard | 216 |
| 10 | Páll á Reynatúgvu | 215 |
| 11 | Sigrid Jensdóttir Dalsgaard | 199 |
| 12 | Anfinn í Toft | 192 |
| 13 | Annita á Fríðriksmørk | 168 |
| 14 | Óluva Klettskarð | 158 |
| 15 | Magni Arge | 146 |
| 16 | Høgni í Stórustovu | 134 |
| 17 | Jóhan Christiansen | 125 |
| 18 | Rógvi Nybo | 94 |
| 19 | Ásla Leila B. Johansen | 88 |
| 20 | Ingolf Sólheim Olsen | 88 |
| 21 | Jens Ivan í Gerðinum | 71 |
| 22 | Gudny Vang | 64 |
| 23 | Ronnie Thomassen | 64 |
| 24 | Kristian Oskar Henriksen | 61 |
| 25 | Fróði Bjarkason Skúvadal | 57 |
| 26 | Jógvan Jón Henriksen | 43 |
| 27 | Jón Kragesteen | 43 |
| 28 | Pól Jóhannus Toftegaard Larsen | 37 |
| 29 | Trina Eysturoy | 35 |
| 30 | Christian Guttorm Mathisen | 29 |
| 31 | Jensina Olsen | 26 |











