Við hesi myndugleikauppgávu, varðar Umhvørvisstovan av dýpdardátunum í føroyskum sjóøki. Hesar dýpdardátur eru grundarlagið undir teimum føroysku sjókortunum, ið Umhvørvisstovan framleiðir, fyri at tað er trygt at sigla ímillum oyggjarnar og í sjóøkinum kring Føroyar.
Umhvørvisstovan skrivar, at talan er um týdningarmikla vitan um havbotnsdýpið, sum kann vera til gagns fyri fleiri partar og hendan vitan kann nýtast til fleiri onnur endamál. Umhvørvisstovan hevur arbeitt við eini reglugerð og mannagongd fyri útflýgging av føroyskum dýpdardátum, sambært galdandi lóg, og nú er reglugerðin almenn.
Reglugerðin er at finna á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni, har til ber at lesa yvirskipað um útflýgging av dýpdardátum og hvussu berast skal at, tá ið søkjast skal um at fáa dýpdardátur í føroyskum sjóøki.
Tey sum hava spurningar um hetta eru vælkomin at seta seg í samband við Umhvørvisstovuna sjokort(at)us.fo.











