Nýggja farmaskipið Skipanes handað Smyril Line

Smyril Line hevur í dag fingið handað farmaskipið Skipanes frá CIMC Raffles skipasmiðjuni í Yantai í Kina.

Skipanes er fyrra av tveimum nýggjum Ro-Ro farmaskipum, sum Smyril Line hevur latið byggja. Skipini eru partur av eini størri íløgu í at endurnýggja og framtíðartryggja flotan.

– Vit eru sera fegin um, at Skipanes nú er vorðið partur av flotanum hjá Smyril Line. Skipið fer at styrkja okkara flutningstænastur í Norðuratlantshavi og er samstundis ein týðandi varði í menningini av felagnum og flotanum, sigur Jens Meinhard Rasmussen, forstjóri í Smyril Line. 

Skipanes fer nú undir ferðina heim úr Kina. Nærri kunning, nær skipið kemur til Føroya og fer í sigling, kemur seinni.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##