Oddsini millum HB og Víking eru næstan jøvn

Her eru oddsini í dystinum millum HB og Víking

Klokkan 15 spæla HB og Víkingur annan dystin í hesum umfarinum í Meistaradeildini hjá monnum á ovara vølli í Gundadali.

 

R2 vísir dystin og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

1. apríl vann Víkingur í landskappingardystin 2-1 á HB, og 14. mai vann HB í fyrru hálvfinaluna á heimavølli í kappingini um løgmanssteypið 2-1 á Víkingi.

 

Víkingur er nummar fýra í deildini við 17 stigum. HB er nummar fimm við 14 stigum.

 

Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin eru næstan jøvn.

 

Oddsini upp á heimasigur til HB liggja millum 2,32 og 2,54.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,20 og 3,60.

 

Oddsini upp á útisigur til Víking liggja millum 2,44 og 2,70. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##