Flogfarið við Mette Frederiksen, forsætisráðharra, tá tað lendi í Nuuk fríggjadagin. Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Ókendur maður fór í flogfarið hjá Mette í Nuuk

Eingin vil úttala seg um hendingina í Nuuk, hvørki Grønlands Politi, donsku loftferðslumyndugleikarnir og ei heldur danska forsætismálaráðið

 

Flogfarið við Mette Frederiksen, forsætisráðharra, tá tað lendi í Nuuk fríggjadagin. Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Ein ókendur maður fekk loyvi at fara ígjøgnum trygdareftirlitið og varð fylgdur av starvsfólki á flogvøllinum til flogfarið hjá forsætisráðharranum, Mette Frederiksen, seint seinasta fríggjakvøld.

 

Hetta veit grønlendska kringvarpið - www.knr.gl - at siga í dag. 

 

Hendingin fór fram, tá Mette Frederiksen, sum hevði vitjað í Nuuk, skuldi fara heimaftur til Danmarkar. Men, fyri fráferðina kom ein maður í komuhøllina og segði seg fara við sama flogfari sum forsætisráðharrin.

 

Grønlendska kringvarpið hevur skift orð við tríggjar ymiskar ónavngivnar keldur um hendingina, og óheftar av hvørji aðrari siga tey trý fólkini sambært KNR somu søgu.

 

- Hoást maðurin hvørki hevði samleikaprógv ella annað uppi á sær, slapp hann gjøgnum trygdareftirlitið, og síðan varð hann koyrdur av starvsfólki á flogvøllinum út til flogfarið.

 

Sagt verður, at maðurin hevði ein posa við sær umborð í flogfarið, og sambært keldum hjá KNR fór hann at leita runt í viðførisskápum.

 

Eftir hetta koyrdi løgreglan mannin úr flogfarinum.

 

Grønlendska kringvarpið hevur spurt fleiri partar, hvussu hesin maðurin kundi sleppa ígjøgnum trygdareftirlitið og síðan vera fylgdur av starvsfólki á flogvøllinum í flogfarið hjá forsætisráðharranum.

 

Yvirfyri KNR váttar Grønlands Airport, at ein hending hevur verið, men tey vilja ikki gera viðmerkingar til málið og vísa til Grønlands Politi.

 

Grønlands Politi skrivar í einum telduposti til KNR, at tey vóru til steðar á flogvøllinum í Nuuk í samband við eina hending, og í hesum sambandi eru tey í samrøðum við flogvallamyndugleikarnar.

 

Tey vilja tó ikki gera viðmerkingar til hendingar á flogvøllinum við atliti at trygdini, og tískil hevur Grønlands Politi í løtuni ikki fleiri viðmerkingar til hendingina.

 

Danska loftferðslustýrið hevur svarað KNR í einum telduposti, og tey staðfesta, at tey hava fingið eina fyribilsfrágreiðing frá Grønlands Lufthavn um eina hending í Nuuk, men vegna tagnarskyldu vilja tey ikki úttala seg um hendingina.

 

Grønlendska kringvarpið leggur aftrat, at tey eisini hava vent sær til danska forsætismálaráðið við spurninginum um hendingina, men har hava tey heldur ongar viðmerkingar.

 

 

 

Flogfarið við Mette Frederiksen, forsætisráðharra, tá tað lendi í Nuuk fríggjadagin. Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix