Røða á flaggdegnum 2026 á vaglinum: Góðu fólk, musikantar og skótar her á Vaglinum í Havn.
Okkara Merki, okkara føroyska flagg, hvat umboðar tað?
Er tað tað, sum tú heldur?
Tað sum, eg haldi?
Ella er tað heldur felagsmongdin av ymisku og eisini mótstríðandi virðunum, sum vit tilsamans halda, at Merkið umboðar?
Føroyar eru ein tjóð undir hvíta, bláa og reyða Merkinum við krossinum, sum ítøkiliga umboðar kristindómin. Men føroyska tjóðin er fjølbroytt við kristnum, ateistum, jødum, muslimum og menniskjum av einari ørgrynnu av ymiskum sannføringum og trúarfatanum dreymum og duldum longsli. Júst sum fjølbroytt fólkaræði jú eru.
Flagga vit í dag fyri øllum, ella flagga vit bara fyri nøkrum útvaldum?
Veittrar Merkið eisini fyri teimum 1.166 børnunum, sum liva her í millum okkum í fækaváða?
Og hvussu við okkara støku meðborgarum yvir 67 ár, har annarhvør livir í fátækaváða?
Hava vit samkenslu við teimum heimleysu? Vilja vit forða fyri, at okkara fólk verður trýst av landinum vegna bústaðartrot? Hava vit munagóðan vilja til at broyta umstøðurnar, so Føroyar verða rúmligari fyri kvinnur, sum í túsundatali trívast betur aðrastaðni enn heima her?
Flaggdagur er ein vakur dagur, har pláss skal vera til at nevna alt tað góða, sum er her í Føroyum. Og tað er nógv gott. Men sjálv haldi eg, at vit, eins og onnur í øðrum londum, hava ein átrokandi og alsamt sjónligari trupulleika við manglandi empati, manglandi samkenslu og kanska eisini minkandi førleika at seta okkum í støðuna hjá øðrum, sum hava tað trupult ella eru eitt sindur øðrvísi.
Orðaskiftið millum trøllvaksin fólk á sokallaðu sosialu miðlunum er mangan skelkandi ljótt, útspillandi, óempatiskt og uttan vilja til at lurta ella samskifta. Tey yngru tykjast nógv klókari og fittari, men sum fyrimyndir eiga eldri ikki at bera seg soleiðis at.
Summi orka ikki fyri empati. Siga beinleiðis, at empati forðar fyri effektiviteti og fær alt at drukna í menniskjaligari vælferð.
Tað er blóðskeivt.
Empati er ikki ein veikleiki ella at leggja seg skerflata fyri øllum, sum onnur halda.
Empati er á ongan hátt ein forðan fyri kritiskari hugsan, kritiskum kjaki og kritiskari støðutakan. Manglandi empati hinvegin gøðir hatur, og vit uppliva øll somul, hvussu útbreidd og normaliserað haturstala er vorðin, ikki minst altjóða. Vreiði, sundurlyndi og eisini kríggj. Dansiterandi óðir menn, sum skræða høvdið hvør av øðrum. Eg haldi, at vit mugu taka ábyrgd og ala fram meira empati. Í orðum og í gerðum, og vit mugu royna at vera fyrimyndir fyri onnur.
Hvussu kann man ala fram meira empati?
Vit kunnu kanska lurta meira, seta okkum í støðuna hjá øðrum, vera meira forvitin og minni dømandi, tora at tosa um kenslur, spyrja opnar spurningar, virða ymisleika, venja sjálvrefleksjón, geva øðrum rúmd – og so lesa nógv nógv meira bæði bøkur og yrkingar.
Ein ungur yrkari úr Írlandi er eitt frískt lot í hesum døgum. Tíbetur taka fólk ímóti honum sum ein svalandi vatnsopa í oyðimørkini.
Yrkjarin og høvundurin er 31- ára gamli Daragh Fleming úr Cork, sum yrkir soleiðis í míni óhjálpnu týðing:
Um eg nakrantíð fái synir
verða teir vandamiklir menn
teir fara at brosa til hundar og børn og styrkja sínar vinir
teir fara at senda blomstur til mammu sína, bara tí
og vera uggi fyri mong,
tá verðin verður ov tung
synir mínir fara at vita, at viðbrekni er kraft
teir fara ikki at dylja sína vreiði
men læra at seta orð á hana
teir fara ikki at lata erpni
vera grund til at fjala seg
handan maskur, meðan teir pínast innaní
synir mínir verða vandamiklir menn
teir fara ikki at tiga, heldur ikki, tá tað er óhugaligt
teir fara at læra, at teirra gerðir viga tyngri enn orð,
men fara brúka rødd sína til at styrkja tey, sum ikki verða hoyrd
teir fara at vita, at kærleiki ikki er ein framførsla
teir fara at síggja vakurleikan í øllum sínum brigdum
synir mínir fara ikki at læra at krógva seg kensluliga
teir fara at umskapa maskulinitet til tað, teimum dámar,
gera hann mjúkari at nerta við
teir fara at vita, at tað, teir eru, er meira enn nóg mikið
teir fara at vita, at tað at vera maður
merkir ikki at bera byrðuna einsamallur
teir fara at læra, at ein kensluborin maður
er ein fullmentur maður
teir fara ikki at loysa alt við harðligum sveipum
teir fara at liva í sannleika,
sjálvt tá sannleikin svíður
so ja— um eg nakrantíð fái synir
verða teir vandamiklir menn,
men vandin við teimum
verður ikki tann, sum samfelagið væntaði
Hendan yrkingin hjá Daragh Fleming - og aðrar hjá honum - eru eitt einfalt, men mergjað aftursvar til tær ræðandi og alt ov sterku myrkursins kreftir, sum í okkara tíð siga, at empati er ein veikleiki í vesturlendskari sivilisatión.
Tí tað er beint øvut! Empati er ein berandi grundsúla undir einum mentaðum samfelag, har alt livandi – menniskju, djór, umhvørvi – kunnu fáa bestu umstøður.
Góðan og empatiskan flaggdag, øll somul!











