Teis Horn Rasmussen hevur spælt seinasta kappingardystin fyri Ribe-Esbjerg í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Talan gjørdist um ein góðan enda hjá Teis. Ribe-Esbjerg vann á heimavølli í niðara endaspælinum stórsigur 37-26 á Nordsjællandi. Í steðginum var heimaliðið á odda 20-15.
Teis var við fýra málum triðbesti málskjúttin hjá Ribe-Esbjerg.
Ribe-Esbjerg vann niðara endaspælið við átta stigum.
Á facebooksíðu felagsins takkaði Ribe-Esbjerg Teis hjartaliga fyri tøkini hann hevur tikið fyri liðið í bestu donsku hondbóltsdeildini:
##med2##












