Toppliðið vann stórsigur á Vágseiði

1. DEILD: Tað varð málríkt, tá ið FC Suðuroy í góðveðrinum vann 7-2 ímóti teimum næstbestu hjá B36

FC Suðuroy er framvegis ósigrað, nú kappingin er seks umfør gomul, og FC Suðuroy er framvegis oddalið í næstbestu deildini, hóast liðið eigur útsettan dyst á útivølli ímóti NSÍ.

 

Í fínum veðri á Vágseiði í dag vann heimaliðið undirhaldandi og málríka uppgerð ímóti teimum næstbestu hjá B36.

 

Hálvleiksstøðan var 2-1, og FC Suðuroy vann 7-2.

 

B36 gjørdi sjálvmál beinanvegin, og tá ið eitt stórt korter var farið, var tað Carl Mikkelsen, sum javnaði fyri B36. Hetta var fyrsta málið hjá Carl Mikkelsen í ár. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað liðformaðurin Pætur Augustinussen, sum legði heimaliðið framum 2-1.

 

Tveir minuttir eftir steðgin legði heimaliðið seg á odda aftur. Beinanvegin eftir steðgin var Alexander Holm Kilgour fluttur fram í álopið, og í 47. minutti skoraði hann og so var 3-1, og miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði FC Suðuroy tvey mál. So var 5-1 og spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. Fyrri málskjúttin var Olivur Renéson Thomsen og seinni var aftur Pætur Augustinussen, sum legði upp til tvey mál og skoraði tvey mál. Nú hevur hann skorað fýra mál.

 

Tíggju minuttir undan leikloki varð Alexander Holm Kilgour tvífaldur málskjútti, og nú hevur hann skorað fimm mál. Fýra minuttir undan leikloki minkaði B36 um munin til 6-2 við brotssparki, sum Andrass Henriksen setti í netið, og tríggjar minuttir undan leikloki var tað innskifti Rói Johannesen, sum staðfesti 7-2 heimasigurin. Hetta var fyrsta málið hjá 19 ára gamla Róa Johannesen í næstbestu deildini.

 

Mikudagin fer FC Suðuroy at spæla útsetta dystin á útivølli ímóti NSÍ, og leygardagin fær FC Suðuroy vitjan av FC Hoyvík.

 

B36, sum er á fjórða plássi við átta stigum, fær leygardagin vitjan av ÍF.