VIDEO: Liðið hjá Geza skal spæla um uppflyting til League One

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Grimsby Town-Swindon Town 4-0 (3-0)

David Geza Turi og liðfelagarnir í Grimsby Town skulu spæla uppflytingardystir um rættin at vinna sær uppflyting til triðbestu ensku fótbóltsdeildina, League One.

 

Geza spældi allan dystin, tá Grimsby á heimavøllinum, Blundell Park vann stórsigur 4-0 á Swindon Town. Longu í steðginum var Grimsby á odda 3-0. Jaze Kabia var ótrúliga væl fyri og skoraði hattrick. Maldini Kacurri syrgdi fyri málinum til 2-0.

 

Grimsby er nummar seks í deildini við 77 stigum nú eitt umfar er eftir at leika. Teir eru so hepnir, at Chesterfield á sjeynda plássinum hevur 76 stig, og Swindon á áttanda plássinum hevur 75 stig. Komandi leygardag tekur Swindon ímóti Chesterfield í seinasta leikumfarinum. Sostatt kann bara annar av teimum fara framvið Grimsby, og endar Grimsby tí í ringasta føri á sjeynda plássinum, og harvið eru tryggjaðir tveir Play Off dystir, og møguliga eina uppflytingarfinalu.

 

Komandi leygardag spælir Grimsby dyst á útivølli móti Tranmere Rovers, ið verður ein undansýning til Play Off hálvfinalurnar. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Grimsby Town-Swindon Town 4-0 (3-0):

 

##med2##