Fert tú á ólavsøku í ár?
- Ja, í ár fari eg til Havnar á ólavsøku saman við sjeikinum og tvey ára gamla soninum. Hetta verður fyrsta ólavsøkan hjá soninum, so har er nógv, sum eg gleði meg til, at hann skal uppliva.
Tað sigur Mariann Mikkjalsdóttir.
- Eg gleði meg til ólavsøkuróðurin. Kappróðurin í Suðuroynni er í fagrasta blóma, so tað hevur verið sera spennandi at fylgja við aftur í ár.
Plagar tú at vera á ólavsøku?
- Tað eru fleiri ár síðan, at eg seinast var á ólavsøku, men tær ferðirnar, eg ikki havi verið, leingist mær altíð til Havnar.
Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?
- Ólavsøkan er nakað heilt serligt. Hetta er ein hátíð fyri øll Føroya fólk og gestir - uttan mun til politiskan samleika, húðarlit, átrúnað ella sosialan status.
Mariann vísir á, at alt hetta verður lagt til viks í nakrar dagar, og tað heldur hon burdi verið gjørt oftari.
- Øll eru onkursvegna jøvn og samd um, at ólavsøkan er fyri okkum øll.
Hon vísir á, at hon altíð verður rørd til midnáttarsangin, tí tá hittast øll og syngja nakrar av okkara bestu sangum í felag.
- Tá kenni eg meg hepna, at eg eri føroyingur, og eg verið altíð mint á, at vit hava nógv meira til felags enn tað, sum skilir okkum.
Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni?
- Ikki beinleiðis. Eitt stórt framstig er, at ein kann bíleggja ferðaseðil við Smyrli í góðari tíð, so ein er vísur í at sleppa norður og suður, tá tú ætlar tær.
Mariann Mikkjalsdóttir sigur, at hon gleðir seg eisini til, at suðuroyingar – vónandi um ikki alt ov langa tíð – fáa møguleikan at koyra norður á ólavsøku.
Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?
- Eg minnist serliga væl ólavsøkuna í 2018. Vit læntu eini hús mitt í Havn saman við mínari familju, og hetta vóru nakrir fantastiskir dagar, sigur Mariann Mikkjalsdóttir.










