Liðini hjá Óla Mittún og Jóhan á Plógv Hansen, GOG og Skanderborg-Aarhus eru á hálvfinalukós í ovara endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Fyrr í dag vann GOG á útivølli 29-27 á Fredericia. Í steðginum var GOG á odda 15-12. Óli skoraði trý mál upp á fýra málroyndir.
GOG er næstfremst í bólki 1 við fimm stigum. Fredericia hevur fýra stig og Skjern hevur tvey stig. Aalborg er greitt oddalið við átta stigum.
Í bólki 2 tapti Skanderborg-Aarhus fyrrakvøldið 29-35 (13-15) fyri Mors. Jóhan skoraði fýra mál upp á fimm málroyndir.
Skanderborg-Aarhus er næstfremst í bólki 1 við sjey stigum. Oddaliðið, Mors hevur eisini sjey stig. Holstebro hevur trý stig, og Bjerringbro/Silkeborg hevur tvey stig.
Fýra av seks umførum eru leikt í ovara endaspælinum.











