Óli var næstbesti málskjúttin í heimasigri hjá Sävehof

Sävehof vann tepran sigur á OV Helsingborg

Liðið hjá Óla Mittún og Ísaki Vedelsbøl, Sävehof spældi í kvøld dyst á heimavølli í Partille í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Mótstøðuliðið var OV Helsingborg, ið gav Sävehof holla mótstøðu.

 

Sävehof vann ein tepran 31-29 sigur á liðnum úr Skåne. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13. Tá fáir minuttir vóru eftir av dystinum var støðan javnleikur 26-26, men tað eydnaðist Sävehof at vera omaná seinastu løtuna av dystinum. 

 

ÓIi var mest effektivi leikarin hjá Sävehof sambært hagtølunum. Óli skoraði seks mál og legði upp til trý mál. Toppskjútti hjá Sävehof var Adam Blanche við sjey málum, men hann legði ikki upp til nakað mál, so Óli hevði flest málstig av leikarunum hjá Sävehof.

 

Sävehof hevur fýra stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar í kappingini.

 

Komandi hóskvøld klokkan 18 hevur Sävehof heimadyst móti Alingsås.