Í dag hevur Donald Trump sagt, at umhugsaðu álopini á iranska oljuútbúnaðin fyribils eru útsett í fimm dagar.
Hann hevur eisini sagt seg hava samskift við Iran, og at hetta vóru góðar og konstruktivar samrøður.
Eftir útsagnirnar hjá amerikanska forsetanum í dag, er oljupísurin falln til undir 100 dollarar fyri fatið.
Oljuprísurin nærkast 112 dollarum fyri fatið, men er nú niðanfyri 100 dollarar.
Norska kringvarpið - NRK - skrivar, at eisini prísurin á norðsjóvarolju er fallin eftir útsagnirnar hjá Donald Trump.
Fyrrapartin í dag hevur prísurin fyri norðsjóvaolju verið 113 dollarar fyri fatið, men er nú eftir útsagnirnar hjá forsetanum á 96 dollarum fyri fatið.










