Oyrarvegurin neyvan asfalteraður í nærmastu framtíð

– Neyðugt er at asfaltera vegin, og vónandi ber til at raðfesta arbeiðið innan rímiliga tíð, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður

Og tað sigur hann í svari til skrivligan fyrispurning, sum Hermann R. Samuelsen, løgtingmaður, setti honum um málið. Løgtingsmaðurin spurdi soleiðis:

1. Ætlar landsstýrismaðurin at raðfesta asfaltering av Oyrarvegnum í nærmastu framtíð?

2. Um ja, nær kann væntast, at arbeiðið verður framt?

3. Um nei, hvat ætlar landsstýrismaðurin annars at gera fyri at bøta um støðuna á hesum vegastrekki?

Í svarinum vísir landsstýrismaðurin á, at Norðoyrarvegurin er umleið 2,2 kilometrar. Í 2013 vórðu ábøtur gjørdar á vegin. Gongubreytir vórðu gjørdar frá Klaksvík til Norðoyrar, ein partur av vegnum varð asfalteraður og ymiskt annað varð eisini gjørt. Tað kostar umleið 3 mió. kr. at asfaltera Oyrarvegin.

– Ásannast má, at ov lítið av peningi verður játtaður til at viðlíkahalda landsvegakervið. Síðan 2023

hevur asfaltering tó verið raðfest við egnari játtan á Fíggjarlógini. Fyrsta árið var játtanin 10 mió. kr. og síðan 12 mió. kr. Samanlagt eru 46 mió. kr. játtaðar í tíðarskeiðinum 2023 – 2026, og 27,4 kilometrar eru asfalteraðir samanlagt, sigur landsstýrismaðurin.

– Harumframt eru einstøk ár serstakar játtanir til asfaltering, eitt nú 4 mió. kr. til Elduvíkarvegin í 2025, har 4,5 km vórðu asfalteraðir. Eisini verða vegir asfalteraðir í sambandi við vegagerð annars, til dømis vegurin gjøgnum Húsavík í samband við Dalstunnilin.

– Landsvegakervið er umleið 480 kilometrar. Í miðal eiga vegirnir at verða asfalteraðir umleið

fimtanda hvørt ár. Tað merkir, at vit áttu at asfalterað einar 32 kilometrar hvørt ár fyri at halda

vegakervið í góðum standi. Landsverk metir, at tað er átrokandi neyðugt at asfaltera umleið 100 km. av landsvegi. Ein av hesum vegum er Oyrarvegurin. Í miðal kostar tað umleið 1,8 mió. kr. at asfaltera 1 kilometur av vegi. Sostatt røkkur játtanin bert til einar 6,7 km um árið. Tí er tað eisini trupult at raðfesta, sigur Jacob Vestergaard.

– Í ár hevur Landsverk gjørt sáttmála um at asfaltera vegin millum Norðasta Horn og Velbastað, vegin gjøgnum Velbastað og ein part av vegnum gjøgnum Sands bygd. Tilsamans er talan um

umleið 5,5 km av vegi, ið kosta umleið 10 mió. kr. at asfaltera. Írestandi 2 mió. kr. verða brúktar til smærri ábøtur. 

Niðanfyri sæst talva, sum vísir vegastrekki, ið eru asfalterað árini 2023 – 2026 av játtanini til asfaltering.

##med2##

– Landsstýrismaðurin er samdur við løgtingsmanninum. Oyrarvegurin hevur stóran týdning fyri

borgarar á Norðoyri og økið har um leiðir og skal verða í góðum standi. Neyðugt er at asfaltera

vegin, og vónandi ber til at raðfesta arbeiðið innan rímiliga tíð, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svarinum til Hermann R. Samuelsen, løgtingsmann.