Tíðindarskriv:
Tónleikasamband Føroya skipar í kvøld fyri pallborðsfundi um raðfesting av tónleiki og mentan til komandi løgtingsval. Fundurin verður á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn í kvøld klokkan 20
Valevni frá teimum politisku flokkunum fáa møguleikan at orða seg um tær raðfestingar, tey ynskja at gera fyri tónleika- og mentanarumhvørvið í Føroyum, verða tey vald.
Rólant Waag Dam verður orðstýrari og umboð fyri tónleika- og mentanarumhvørvið luttaka eisini í kjakinum.
Tiltakið er alment, ókeypis og verður stroymt beinleiðis við ljóð og video.











