Týsmorgunin 11. august, sum er í morgun, verður parkeringsøkið við SEV-húsið í Vági stongt í samband við fyireikingarnar til Ljósfest.
- Vit heita á bileigarar um at flyta bilarnar av økinum seinast týsmorgunin klokkan 8.
Í Vága kommunu vænta tey, at parkeringsøkið helst verður stongt til týsdagin hin 18. august.
- Í hesum tíðarskeiði verður víst til onnur almenn parkeringsøkir í Vági, verður lagt aftrat.
Um løðing av el-bilum verður sagt soleiðis:
- El-bilaeigarar hava atgongd til løðistøðina hjá SEV fram til fríggjadagin hin 14. august klokkan 18, tá Ljósfest fer í gongd.
At enda verður sagt, at atgongd verður aftur til løðistøðina sunnukvøldið.











