Putin viðgongur trot á brennievni

- Tá talan er um álop á russiska undirstøðukervið generelt - og serliga á orkusektorin - skapa ukrainsku álopini sjálvsagt trupulleikar. Tað er upplagt, sigur Vladimir Putin

Russiski forsetin, Vladimir Putin, viðgongur, at Russlandi tørvar brennievni eftir mongu ukrainsku álopini á russisk oljureinsiverk og oljugoymslur.

 

Eitt av harðast raktu økjunum er Krim-hálvoyggin, sum Russland tók frá Ukraina í 2014.

 

Á myndini omanfyri síggjast bilar standa í bíðirøð við eina bensinstøð í býnum, Simferopol á Krim.

 

Russiski forsetin viðgongur, at trot er á brennievni í Russlandi.

 

- Tá talan er um álop á russiska undirstøðukervið generelt - og serliga á orkusektorin - eru sjálvsagt trupulleikar. Tað er upplagt, viðgongur Vladimir Putin.

 

Hetta sigur hann í einari samrøðu, sum Kreml legði út í gjár.

 

- Akkurát nú uppliva vit eitt ávíst trot á brennievni, men hetta er ikki kritiskt, segði forsetin.

 

Vladimir Putin legði aftrat, at høvuðsuppgávan hjá Russlandi er at styrkja loftverjukapasitetin og tryggja orkuveitingarnar, serliga á Krim.

 

##med2##

 

Fríggjadagin boðaðu russisku myndugleikarnir á Krim frá, at oyggin er í einari neyðstøðu orsakað av vantandi brennievni og streymloysi.

 

Ukraina kallar álopini á russiska undirstøðukervið og orkusektorin hevnd fyri áhaldandi - og daglig - russisk álop á sivilfólk og orkukervið í Ukraina.

 

 

 

 

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin