Eitt risastórt stálverk í Ukraina hevur nú steðgað allari sínari framleiðslu eftir russisk álop á verkið.
Tað verður sagt í Ukraina í dag.
Talan er um stálrisan, Zaporizjstal, og tað er móðurfelagið, Metinvest, sum kemur við hesari kunning.
Í nátt vórðu í minsta lagi tíggju sivilfólk dripin í russiskum álopum á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv og býin, Zaporizjzja.
Tíðliga í krígnum var nógv frammi um, at ein partur av ukrainska herinum hevði gyrt seg inni í einum stórum stálverki í Mariupol.
Tá varð sagt, at her arbeiddu eini 10.000 fólk, men sum tíðin leið, tóku russar allan býin og soleiðis eisini stálverkið.











